Vælkomin til mína heimasíðu!!

Eg vil her á síðuni viðgerða eitt evni sum er heldur lítið umtalað á alnótuni - nevnliga kristindóm og frelsu! Men hvat er tað so at verða frelstur? Jú tað er tað sum orðið í sær sjálvum sigur, tí danska orðið: Frelst = Bjargaður á føroyskum.

Bjargaður??? frá hvørjum???

Hetta er trupuleikin í verðini í dag. Øll byrja meira og meira at halda at vit eru eitt kosmiskt óheld, og at vit ikki eru skapt, men eru komin frá BIG BANG. Og um alt hatta við Big Bang passar, so hava vit ikki brúk fyri at verða frelst, tí at so er í hvussu er einki helviti til!
Hetta veit djevulin av, og tí roynir hann at billa fólki inn at tey ikki eru skapt, men at einaferð fyri milliardum av árum síðani var einki til, men so knappliga var ein steinur til, og tað regnaði á steinin í milliónir av árum, og regnið bleiv til eina suppu, og knappliga vóru tvær bakteriur til í senn í sama sekundi, í sama stað og av hvør sínum kyni.

Hesar bakteriurnar formeraðu seg í gjøgnum langa tíð til øll djór sum vit hava í dag - og sum vit hava havt fyrr í tíðini. tvs.: Hundar, kettur, froskar, hestar, hamstarar, kross-fiskar, hvalir, toskar, hýsir, giraffar, apur, menniskjur ... eg kundi blivi við...

Hví vil djevulin hava fólk at halda at tey komu frá einum steini??? Jú hann er sera snildur. Um hann far fólk at halda at tey ikki eru skapt, so er eingin skapari, og so eru eingir reglar, og so verða vit ikki straffaði um vit synda.

Men eg kann í hvussu er siga tær at vit vera straffaði um vit synda, tí djevulin hevur fortalt eina Big Bang søgu sum fleiri trúgva uppá, men hon er ikki røtt. Har eru alt ov nógv glopp í søguni... Les síðuna: "Hvussu blívi eg frelstur." har havi eg givið argumentir uppá hví Big Bang religiónin ikki er røtt.

 

Henda síðan verður uppdatera...